FORMO er ein nýggj ráðgevarafyritøka, sum hevur sín heimstað á Glyvrum. Tað eru eigarin av TEKNISTOVUNI, Eyðun Petersen og eigarnir av EM RÁÐGEVING, Elias Hansen og Magni Thomsen, sum hava stovnað nýggju ráðgevarafyritøkuna FORMO. Fyritøkurnar hava, gjøgnum tey seinastu 20 árini, arbeitt við nógvum ymiskum verkætlanum innan bygging og anlegg, størri sum smærri.

Við at leggja fyritøkurnar saman, ynskja vit at vera enn meira sjónligir sum ráðgevarafyritøka, og samstundis er tað ein liður í at menna eina sterka og fjølbroytta ráðgevarafyritøku, sum kemur at vera ein tryggur samstarvsfelagi í framtíðini hjá kundum okkara.

Hjá FORMO starvast í dag arkitektar og byggifrøðingar, og kemur FORMO at ráðgeva almennum, privatum og vinnuligum kundum innan byggi og anlegg verkætlanum.
SÍ STARVSLÝSING